Fíggjargølan í tí politiska umhvørvinum í Bretlandi fær nú fólk at venda sær frá teimum stóru flokkunum Ein nýggj meiningakanning hjá blaðnum The Guardian vísir, at Arbeiðaraflokkurin hevði fingið 28 prosent av atkvøðunum, var parlamentsval nú, og at konservativi flkokkurin hevði fingið 39 prosent.
Tað merkir sambært blaðnum, mat báðir flokkarnir hava mist veljarar teir seinastu dagarnar.
Politiskir eygleiðarar í London vænta, at misnøgdin við teir stóru flokkarnar fer at geva teimum smáu flokkunum nógvar atkvøður á kommunu- og ES-valinum, sum verða í næsta mánað. Eygleiðararnir siga, at úrslitið tá verður avgerandi fyri politisku lagnuna hjá Gordon Brown, forsætisráðharra.










