Á heimasíðuni www.soccernet.com verður navnið hjá Inga Højsted nevnt, millum stórar fótbóltsprofilar sum Roy Keane, Arsene Wenger og Steven Gerrard. Undir yvirskriftini "Blues snap up faroese star" verður skriva um fyrrverandi Arsenal leikarin, ið nú skal spæla fyri Birmingham.
Eisini PA sport skrivar um søluna. Birmingham venjarin Steve Bruce sigur við PA Sport, at Ingi er ein leikari, ið Birmingham ætlar at kanna til framtíðina. Somuleiðis hevur stóra sjónvarpsrásin Sky Sports, og heimsíðan hjá rásini skrivað ikki heitl lítið um málið. M.a. er ein samrøða við Jákup í Stórustovu á heimasíðuni www.skysports.com.