Stóru andstøðuflokkarnir vaksa

Tvær veljarakanningar eru kunngjørdar í dag. Í aðrari varðveitir samgongan meirilutan, í hini missir hon hann.

Tvær ymiskar veljarakanningar eru kunngjørdar í dag. Aðra hevur Fynd gjørt fyri Portal.fo, meðan hina hevur Gallup gjørd fyri Javnaðarflokkin. Norðlýsið hevur kunngjørt úrslitini av henni.

 

Báðar kanningarnar hava tað til felags, at teir fýra stóru flokkarnir allir eru nærum eins stórir. Í kanningini hjá Gallup fær Javnaðarflokkurin 22,3 prosent av atkvøðunum, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fáa 21,2 prosent hvør og Fólkaflokkurin 19,7 prosent.

 

Í kanningini hjá Fynd fær Fólkaflokkurin 22 prosent av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin 21,7 prosent, Sambandsflokkurin 21 prosent og Tjóðveldi 19,2 prosent.

 

Allir fýra flokkarnir fáa sjey tingfólk hvør í báðum kanningunum.

 

Kanningin hjá Gallup sigur, at samgongan hevði mist meirilutan, meðan kanningin hjá Fynd sigur, at samgongan hevði varðveitt meirilutan. Avgerandi munurin er undirtøkan hjá Sjálvstýrinum.

 

Í kanninginin hjá Gallup fær Sjálstýri 3,7 prosent og ein tinglim, meðan Fynd gevur flokkinum 2,7 prosent og sostatt ongan tinglim. Tann tinglimurin fellur sambært Fynd til Framsókn, sum fer úr tveimum upp í tríggjar tinglimir. Hetta gevur samgonguni 17 tinglimin í mun til kanningina hjá Gallup.

 

Framsókn fær 7,1 prosent í kanningini hjá Fynd, meðan flokkurin fær 6,7 prosent í kanningini hjá Gallup. Flokkurin fekk 6,9 prosent í valinum í 2015.

 

Miðflokkurin fær 5,1 prosent í kanningini hjá Gallup, men 6,3 prosent í kanningini hjá Fynd. Í báðum førum varðveitir flokkurin báðar tinglimirnar. Flokkurin fekk 5,5 prosent á valinum í 2015.

 

Báðar kanningarnar vísa, at Javnaðarflokkurin hevur stóra afturgongd. Flokkurin missir ein tinglim, men í kanningini hjá Gallup missir flokkurin 2,8 prosentstig av atkvøðunum, hóast hann framvegis er størsti flokkur. Í kanningini hjá Fynd er afturgongdin 3,4 prosentstig.

 

Tjóðveldi fer 0,5 prosentstig fram í kanningini hjá Gallup, men 1,6 prosenstig aftur hjá Fynd. Í báðum førum varðveitir flokkurin teir sjey tinglimirnar.

 

Fólkaflokkurin fer 3,1 prosenstig fram á kanningini hjá Fynd og 0,8 hjá Gallup, og fær ein tinglim afturat.

 

Sambandsflokkurin hevur eisini framgongd sambært báðum kanningunum. Flokkurin fer 2,3 prosentstig fram hjá Fynd og 2,5 hjá Gallup og fær ein tinglim afturat.