Thomas Eje, Lene Siel og ensku Blake komu til Føroya í gjár, og hava eftir øllum at døma havt úr at gera, við millum annað, at royna føroyskan mat. Tónleikararnir, sum í kvøld fara at framføra í Høllini á Hálsi við tí sokallað Jólashownum, komu til Føroya í gjárkvøldið. Teir hava millum annað verið í Sørvágskirkju, har Blake framførdu, umframt, at teir hava vitjað ymsar føroyingar, har teir hava fingið føroyskan mat.
-Vit hava verið á konsertferð runt í Danmark, men hava ongantíð verið so væl mótikin sum í Føroyum, sigur Thomas Eje.
Konsertir byrjar í kvøld klokkan 20.00, og tónleikararnir fara úr Føroyum aftur í morgin tíðliga. Orsøkin er, at seinasta konsert á hesum sinni verður í morgin.