Stórtap til U21-landsliðið

Føroyska U21-landsliðið fekk seinnapartin vitjan av Albania á Svangaskarði. Vónirnar til dystin vóru góðar, eftir at føroyska liðið tapti tepurt og óuppiborið 0-1 í Albania.

Føroyska liðið kom eisini væl frá byrjan, og Jónas Tór Næs hevði eina roynd á yvirliggjaran eftir fáum minuttum. Albania spældi sera skjótan fótbólt, tá ið teir komu fram um miðjuna av vøllinum, og hetta skapti ávísar trupulleikar. Og tað var ikki farið meir enn eitt gott korter av dystinum, tá ið gekk galið. Ein albanskur leikari slapp ígjøgnum í vinstru síðu, men Gunnar Nielsen bjargaði fyrstu royndini. Returbóltin hevði føroyskur verjuleikari trupult við at fáa burt, og hetta gagnnýtti hesin albanin, og skeyt Albania á odda 1-0. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki tóktist føroyska verjan ótrygg, og heili fýra ferðir fekk Albania loyvi at skora. Føroyska liðið vísti sera gott spæl í løtum, men í avgerandi støðum sveik verjuparturin.

 

Føroyska U21-landsliðið skal aftur í eldin mikudagin, tá ið Italia kemur á vitjan. Dysturin verður kl.13 á Tórsvølli.