Stórtap til KÍ-kvinnurnar

Talan var um sera sterka mótstøðu, sum KÍ-kvinnurnar høvdu í fyrsta dystinum í UEFA-Cup kappingini, sum liðið aftur í ár er partur av.
Franska FC Juvisy verður roknað upp í europiska toppin, og tær høvdu ikki serliga stórar trupulleikar av KÍ, sum einamest royndi at avmarka tapið. Dysturin endaði tó við 6-0 sigri til fronsku favorittarnar, sum í steðginum vóru á odda 3-0.
Komandi dysturin hjá KÍ verður hóskvøldið, tá tær skulu royna seg móti skotska Hibernian, sum eisini eru vertir fyri kappingini.