Leygardagin 4. februar klokkan 14 skipar Føroya Pedagogfelag fyri stórum almennum verkfallstiltaki á Vaglinum í Havn við røðum, tónleiki og øðrum framførslum.
Í samband við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag, sum hevur rakt alt landið, fara limirnir í pedagogfelagnum at skipa fyri stórum verkfallstiltaki á Vaglinum leygardagin. Endamálið við tiltakinum er m.a. at varpa ljós á týdningin av pedagogiska arbeiðinum og kunna um, hví felagið hevur valt at fara í verkfall.
Røður verða hildnar av :
Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag
Sjúrður Skaale
Rigmor Dam
Kristina Háfoss og
Kjartan Hansen
Millum tey sum fara at framføra verða :
Jóhan í Kollafirði
Gipsy Train
Rebekka, Maria og Jóhanna
Lisa í Dali
Ragnar Finnsson og
Rebekka Petersen
Rás2 sendir beinleiðis av Vaglinum frá klokkan 14.