FÓTBÓLTUR
Tað sá annars rættiliga vónleyst út hjá fuglfirðingum tá trý korter vóru spæld. Teir vóru aftanfyri 3-1, og høvdu 45 minuttir at skora minst tvey mál í móti liðnum, sum hevur latið níggju mál inn í níggju dystum. Samstundis skuldi ÍF halda tætt í hinum endanum. Ein serstakliga trupul uppgáva, sum tó eydnaðist.
Ráðaleysir og mótfalnir
EB/Streymur fekk ætlaðu byrjanina, tá Ronnie Samuelsen skoraði eftir fáum minuttum.
Fuglfirðingar javnaðu við frálíkum langskoti frá ógvuliga vælleikandi Elvan Taser. EB/Streymur gjørdi tó skjótt hesa útjavnan til skammar, tá Ronnie Samuelsen skoraði sítt næsta mál, og Hanus Eliasen síðani økti, áðrenn liðini sluppu til hálvleik við støðuni 3-1.
Í seinna hálvleiki tóktist heimaliðið at vera nøgt við støðuna. Teir gjørdu í hvussu so er einki fyri at økja um leiðsluna. Fuglfirðingar vistu hinvegin, at teir máttu stríðast fyri hvørjum einasta bólti, um teir skuldu fáa EB/Streym aftur.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu teir løn fyri stríðið, tá Elvan Taser aftur kemur á máltalvuna, eftir klossut verju- og málmansspæl. Nú spentu fuglfirðingar í, meðan sundalagsmenn tóktust ráðaleysir og mótfalnir.
Setningurin varð fullførdur í 80. minutti, tá Bartal Eliasen rann Símun Eliasen av, legði bóltin fyri føturnar á Nenad Saric, sum setti bóltin í netið. Javnleikur, sum helt sær til teir 90 minuttirnir vóru spældir.
Fyrstu seks korterini vóru av. ÍF hevði vunnið seg inn í aftur dystin og fekk nú tvey korter aftrat á vøllinum, sum gjørdust bæði spennandi og dramatisk.
Tvey mál og útvísing
Fyrra umfar hevði lítið at bjóða uppá, meðan tvey mál og ein útvísing fullu í seinna umfarinum. Tað var Hans Pauli Samuelsen, sum varð vístur út, tá hann sprellaði í eini roynd at røkka bóltinum, sum var á veg út av linjuni. Bólturin tók í armin, sum ikki var upp á pláss, og Rúni Gaardbo kendi seg noyddan til at geva víkarmanninum sítt seinna gula kort. Eftirfylgjandi frísparkið varð sent heilt inn undir EB/Streyma-málið, har Høgni Zachariassen legði seg aftur av og saksasparkaði bóltin í netið.
Við tíggju monnum móti ellivu og afturúr við einum máli, sá tað av álvara svart út hjá EB/Streymi. Men eydnan var við sundalagsmonnum. Hóast tað ikki var uppiborið, megnaðu teir at javna, tá Ronnie Samuelsen setti bóltin í netið eftir hornaspark. Løtu seinni varð dysturin avblástur, og neyðugt var við brotssparkskapping fyri at fáa eina avgerð.
Í fyrstu fimm royndunum skoraðu Ronnie Samuelsen, Egil á Bø, Brian Olsen og John Heri Dam fyri EB/Streym, meðan Teitur Joensen brendi triðja brotssparkið. Elvan Taser, Áki Petersen, Høgni Zachariassen og Bartal Eliasen gjørdu tað sama fyri ÍF, meðan Tórður Lervig misnýtti fjórða brotssparki hjá ÍF.
Sætta brotssparkið hjá EB/Streymi setti Marni Djurhuus trygt í netið, og aftaná bjargaði René Tórgarð brotssparkinum frá Fritleif í Lambanum.
Vónbrotnir men ernir fuglfirðingar
Spurningurin hví dysturin endaði sum hann gjørdi, er einfaldur at svara. EB/Streymur spældi langt undir teirra vanliga støði, meðan ÍF við Elvan Taser á odda kempaðu fyri hvørjum einasta bólti, spældu ein fínan dyst og kunnu vera meiri enn nøgdir við teirra avrik. Munurin millum deildirnar sást snøgt sagt ikki.
Men fuglfirðingar fóru vónbrotnir úr Streymnesi, tó ernir av teirra monnum. Sundalagsfólk kenna seg hinvegin heppin, men spyrja seg sjálvi, hvussu tað bar til, at ein 3-1 leiðsla móti einum liði úr næstbestu deildini varð tveitt fyri borð soleiðis.
Fakta
EB/Streymur-ÍF 10-9 eftir brotsspørk
4-4 (3-3 (3-1) eftir vanliga og longda leiktíð
1-0: Ronnie Samuelsen, 2.
1-1: Elvan Taser, 22.
2-1: Ronnie Samuelsen, 38.
3-1: Hanus Eliasen, 42.
3-2: Elvan Taser, 67.
3-3: Nenad Saric, 79.
3-4: Høgni Zachariassen, 108.
4-4: John Heri Dam, 115.
Reytt kort: Hans Pauli Samuelsen.