Stórt undirskot í Brøndby

Nevndin í danska fótbóltsfelagnum, Brøndby IF, hevur viðgjørt roknskaparúrslitið hjá felagnum 3. ársjórðing í ár, og fyri framman liggur eitt undirskot áljóðandi heilar 21-24 mió. kr. Felagið skrivar á heimasíðu sínari, at atvoldin til stóra undirskotið er, at felagið hevur havt eitt so vánaligt kappingarár í donsku Superliguni. Brøndby liggur í løtuni nummar níggju við 14 stigum fyri 14 dystir, og hetta hevur millum annað ført til minkandi áhuga millum sjónvarpsstøðir, og sølan av eitt nú leikarabúnum er minkað munandi.