Trýstið á netradio hjá Rás2 hevur verið so stórt seinastu dagarnar, at nógv fólk eru ikki sloppin at lurta á netinum. Nú er bøtt um støðuna, so enn fleiri kunnu lurta Áhugin fyri at lurta eftir Rás2 umvegis internetið hevur sjáldan verið so stórur, sum hann hevur verið hesa vikuna, nú Oyggjaleikir eru á Álandi.
Trýstið á netradio hjá Rás2 hevur verið so stórt, at langt frá øll eru sloppin at lurta. Rás2 hevur fingið nógvar fyrispurningar frá fólki, sum ikki eru sloppin inn á netradio hjá Rás2.
Trupulleikin hevur verið, at netradio hevur ikki kunnu tikið ímóti tí stóra talinum av brúkarum, sum vilja lurta umvegis netið.
Nú er bøtt um støðuna, tí netskipanin er dagførd, so enn fleiri fólk kunnu lurta eftir Oyggjaleikunum og øðrum sendingum á Rás2 umvegis internetið