Tað er nú greitt, at tað verður eingin eplafestivalur á Sandi í ár. Tað hevur nevndin í Veltuni nú gjørt av.
Nú støðan við korona-smittuni broyttist so nógv til tað verra, heldur nevndin tað ikki vera ráðiligt at skipa fyri so stórum tiltaki, siga tey í eini fráboðan beint nú
Hesi seinastu fimm árini hevur eplafestivalur verið í Trøðum á Sandi, og har plagdi at vera nógv fólk. Í fjør varð mett at yvir 3000 fólk vitjaðu í Trøðum henda dagin, Og tey halda, at hetta er eitt ov stórt tiltak at fara í holt við, nú støðan er so ótrygg sum hon er, Annars hevði Veltan ársaðalfund beint fyri Ólavsøku og á fundi í gjárkvøldið skipaði nevndin seg eisini. Jóannes Johannessen heldur fram sum formaður, næstformaður er Gunnar Bjarnason og nývaldur nevndarlimur er Dagunn Jógvansdóttir Clementsen.
Næsti eplafestivalur verður 2. oktobur næsta ár.