Fríggjakvøldið verður sostatt høvi at hoyra Go Go Blues sangaranum, saman við gittarleikaranum í bólkum sum 200, Ivory, Headache Blues Treo, Lossingarmonnum og Deep End. Búi Dam hevur seinastu mánaðarnar verði í Andalusisku fjøllunum og arbeitt við skaldskapi og tónleiki, so talan verður ivaleyst um ein sera tendraðan og inspireraðan Búa.
Holgar og Villmenn eru ein egin dansibólkur, ið serliga seinasta árið er vorðin eitt gerandis navn í Føroyum.