Enn eru øll viðurskifti viðvíkjandi avloysaraskipinum til Lorvíksfjarðaleiðina ikki komin uppá pláss, og vandi er fyri, at einki avloysaraskip kemur til landið.
? Tað er ómetaliga tungt at leiga eitt skip, tí øll krøv skulu verða uppfylt, áðrenn skipið kann leigast. Myndugleikar skulu góðkenna skipið, broytingar skulu gerast og alt tekur tíð. Eingin tekur nakran kjans, tá talan er um eitt ferðamannaskip, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
? Vandi er framvegis fyri, at alt dregur so nógv út, at tað loysir seg ikki hjá okkum at leiga skipið, sigur hann.
Óheppin støða
Trupulleikarnir í samferðsluni millum oyggjarnar stava frá, at Dúgvan hevur motorskaða og ikki kann fara í sigling aftur fyrstu tvær ella tríggjar vikurnar.
Hesa tíðina røkir Ternan farleiðina millum Klaksvík og Lorvík, men Ternan er ikki nóg stór, og samstundis verður leiðin um Vestmannasund rakt av hesum. Tí verður roynt at fáa avloysaraskip.
? Støðan er sera óheppin, og eg kann sum strandferðslustjóri bara banka undir borðið og vóna, at einki hendur við Sam. Fær Sam nakað brek, so standa vit mitt í tí, sigur Reidar Nónfjall.
? Strandfaraskipini eru so gomul og slitin, at vandin er allatíðina fyri, at skipini kunnu fáa teknisk brek. Tað er ein dagligur línudansur, at fáa samferðsluna at bera til, og tað er allatíðina møguleiki fyri, at vit koma í somu støðu aftur.
Tilvildarligt
Strandferðslustjórin sigur, at tað er reint hepni, at eitt avloysaraskip yvirhøvur er til at fáa fatur í.
? Tað er púra tilvildarligt, at tað ber til at fáa hendur á eini avloysaraferju. Hevði tað verið meiri ferðsla hesa ársins tíð í Estlandi, so stóðu vit á púra á berum við ongum avloysaraskipi, sigur hann.
? Men hóast tað ber til at fáa eitt skip, so er tað eitt baks at fáa alt uppá pláss, og vandi er fyri, at tað ikki eydnast. Tað hevði verið ein heilt onnur støða, um vit høvdu eitt avloysaraskip í landinum, og um skipini annars vóru nýggjari, sigur Strandferðslustjórin.
Pengarnir til avloysaraskipið um Lorvíksfjørð eru tøkir, men spurningurin er framvegis, um teir verða nýttir til endamálið.
Tað fara komandi dagarnir at vísa.