Stórt stig til vinstru

Oddagrein

Ein meiningarkanning er partapolitiska støðumyndin, tá telefonin kimar hjá 518 føroyingum. Seinasta kanningin ber tó frá øðrum. Oftast eru tað brøkar, ið flyta seg, men hesa ferð fór veljarin eins langt til vinstru, sum hann 29. oktober fór til høgru.


Stjórnarskipanarviðurskiftini eru orsøkin til, at parlamentarisman er truplari at fáa skil á enn aðrar staðir. Stríðið um umfordeilingina – vinstra/høgra - er fløkt saman við tjóðskaparstríðnum. Flokkarnir eru tískil fjølbrigdari og harvið síggja vit til dømis politiska paradoksið, at Tjóðveldi eins væl kann fara í samgongu við Fólkaflokkin sum við Javnaðarflokkin.


Føroyingurin tykist hava íborið sosiala indignatión. Tey smáu samfeløgini í samfelagnum eru ov smá til ein høgan sosialan elevator. Vit hava sættað okkum við norðurlendska myndilin, har skattapolitikkurin tryggjar fíggjarliga javnt samfelag, og har vinnan eigur frælsi at virka í marknaðinum, tó við eini vissari statsligari regulering.


Síðani heimastýrið gjørdist veruleiki, hava allar samgongur havt hetta fyri eygað. Undantakið er hendan seinasta. Hon steig beinanvegin langt til høgru. Løgmaður verður nú av mongum mettur at vera mest sum gísli í spunatrolinum hjá Jørgeni Niclasen. Fólkafloksformaðurin hevði eftir valið stóran tørv á at prógva sítt virði sum politiskur handverkari. Sterkar kreftir í flokkinum ætlaðu at koppa honum. Tí stóð tað um lív. Hetta var to be or not to be, og Jørgen stóð sveinaroyndina.


Politikkurin er tann sami, sum búskaparfrøðingarnir hjá IMF og Heimsbankanum plaga at ordinera. Skattaskrúvan snarar skeiva vegin, so tey vælbjargaðu kunnu bjargast longur upp á turt. Inngjaldsskatting av pensjónum, sum nú partvíst rendi seg í eitt hóttafall av útlendskum ávum, og so makrelurin, har áhugamálini kring kapitalapparatið tykjast hava tikið kvørkratak um landsstýri og embætisverk.


Veljarakanningin bendir á, at fólkafloksveljarum ikki hóvar rama roykin úr bakarínum. Tjóðskaparmálið er kámað, og flokkurin er farin so langt til høgru, at miðleingjan røkkur ikki út til leiðsluna í flokkinum. Ein afturgongd á 7% og tríggjar tingmenn av átta er greið tala.


Fyri fleiri er óskiljandi, hví andstøðan nú stendur til at fáa 18 av 33 tingmonnum. Hon hevur ikki verið savnað um alternativan politikk – ella verið serliga markant. Tí bendir mangt á, at tað er avmaktin hjá samgonguni, sum er orsøkin til, at andstøðan hevði kunnað skipað samgongu tann dagin, kanningin varð gjørd. Latenta sosiala indignatiónin hjá føroyinginum tykist krevja, at samfelagið kemur aftur á kósina í norðurlendska vælferðar modellinum.



(sitat)

Avmaktin hjá samgonguni er orsøkin til, at andstøðan hevði kunnað skipað samgongu