Stórt skrædl í Vági

VB/Sumba hevur eftir tvey umfør framvegis fulla úrtøku, og teir næstbestu hjá KÍ eiga framvegis fyrsta stigið til góðar.

Í dag hevur VB/Sumba í 1. deild á Vágseiði vunnið 8-0 á KÍ. Eftir 1. hálvleik var støðan 4-0. Heimaliðið var greitt omaná alla tíðina.

Í 1. hálvleiki hevði VB/Sumba fitta lotið undan, tá høvdu teir nógvar møguleikar, og teir skoraðu fýra mál.

Merkisvert var tað, at Pól Thorsteinsson, sum hevur verið burturi frá barndómsfelagnum í mong ár, hesa ferð taldist millum málskjúttarnar hjá VB/Sumba.

Eftir steðgin hevði KÍ vindin í ryggin. Tá ið støðan var 5-0, misti KÍ ein mann, tí Jógvan Isaksen sá gult fyri aðru ferð, og síðani skoraði VB/Sumba fýra mál afturat.

Harvið er greitt, at VB/Sumba eftir tvey umfør fer at teljast millum oddaliðini, og at KÍ verður niðast á støðutalvuni.

 

VB/Sumba-KÍ 8-0 (4-0)

1-0: Birgir Jørgensen

2-0: Dan Djurhuus

3-0: Kári í Lágabø

4-0: Dan Djurhuus

5-0: Pól Thorsteinsson

6-0: Birgir Jørgensen

7-0: Jón K. Poulsen

8-0: Jónar Dahl

Reytt kort: Jógvan Isaksen, KÍ