Stórt regattatiltak á Toftum fríggjadagin

Í annaðkvøld verður Toftir karmur um byrjanina til Flaggregatta 2019, og í hesum sambandi verður skipað fyri hugnaligum kvøldi á Toftum

 

Í Nes kommunu fegnast tey um møguleikan at bjóða manningunum á træseglskipum, gestum umborð á skipunum og øllum áhugaðum annars til hugnaligt regattatiltak á havnalagnum.

Ein skrá er løgd fyri tiltakið, og her sæst, at sluppin Jóhanna fer av Vági klokkan 06 fríggjamorgunin, og síðan fer Thorshavn av Tvøroyri hálvan tíma seinni. Bæði skipini verða við á regatta.

Millum onnur træseglskip, sum eisini verða við, loysa Westward Ho (mynd) og Norðlýsið úr Havn klokkan 16, og um somu tíð fer eisini Dragin úr Klaksvík. Klokkan 18 í annaðkvøld verður hábærsliga løtan, tá øll hesi skip stevna inn á Skálafjørðin.

Klokkan 19, tá øll skipini eru komin at liggja við bryggju á Toftum, fer borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, at bjóða vælkomin og halda røðu.

Beint eftir røðu borgarstjórans, fer Kári Millum Garðarnar, formaður í Felagnum Føroysk Træseglskip, eisini at bera fram heilsan, og tá hann er liðugur, verður høvi hjá fólki at vitja umborð á skipini í tveir tímar.

Umborð á gomlu og snøggu skipunum, fara manningarnar at vísa fólki runt umborð, og tey fara eisini at siga frá, hvussu lívið var umborð í gomlum døgum.

Tiltakið á Toftum verður í stóran mun eisini eitt familjutiltak, har ókeypis hoppiborgir og bátahylur lata upp fyri børnum klokkan 18. Klokkan 19.15 verður eisini spennandi skattaveiða fyri børnum í umleið ein tíma.

Klokkan 18 byrjar matsøla í tjaldinum, og her verður tað slaktarin, Alberg Gaardlykke og hansara fólk, sum fara at selja búffar - virkaðir úr góðum oksakjøti við bakaðum eplum, sós og salat.

Matsølan verður í tjaldinum, sum verður á økinum.

Tá kvøldið líður, verður eisini syngið-við-tiltak í tjaldinum, har Fuglafjarðar Harmonikufelag luttekur, og Hilmar Jan Hansen skipar fyri.

Syngið-við-tiltakið verður í tímunum frá klokkan 21 til 23, og hetta er eitt ókeypis tiltak. Tá klokkan nærkast midnátt, gera manningarnar á træseglskipunum klárt at loysa, og um midnáttarleitið halda skipini leiðina fram til Tvøroyrar.