Sambært iLaks eru prísirnir á laksi lækkaðir aftur eftir tað, tey rópa "páskatoppin", tá spottprísirnir lógu á sløkum 51,50 donskum krónum fyri kilo.
- Tað kom órógv í marknaðin í vikuni, og eg veit ikki rættiliga, hvar prísirnir fara at leggja seg. Tað verður helst á umleið sama støði sum fyri páskir, sigur laksainnflytari við iLaks.
Hann heldur, at prísirnir fara at leggja seg á stívliga 44 donskum krónum fyri kilo. Laksainnflytari vísir á, at meðan prísirnir í Noregi lækka, hækka laksaprísirnir eitt nú í Chili.
iLaks ger hvønn fríggjadag sínar metingar um spottprísirnar fyri vikuna, sum stundar til, og tey byggja sínar metingar á fleiri ymiskar keldur.
Sambært fleiri keldum, væntar iLaks, at prísirnir á laksi í næstu viku verða munandi lægri enn prísirnir, sum fingust fyri laksin undan páskum.
- Prísirnir fara at lækka. At prísirnir fara niður á góðar 44 danskar krónur, ger okkum ikki ovfarin. Soleiðis verður í næstu viku, sigur ein útflytari við iLaks.