Stórt ozonhol

Holið í ozonlagnum uppi yvir Antarktis nú er tað næststørsta nakrantíð, sigur amerikanska rúmdarumsitingin NASA.

NASA sigur, at tann 11. september var holið 28,2 milliónir ferkilometrar ella á leið sum alt Norðuramerika, og so stórt hevur tað ikki verið síðani á heysti í 2000. Amerikonsku vísindafólkini siga, at ozonholið kemur av evnum, sum innihalda klor og brom, men at sera nógvur kuldi fram við strondinmi á Antarktis ger eisini sítt til, at holið er so stórt, sigur Paul Newman, sum arbeiðir hjá NASA.

Tað eru evni við klori, sum verða latin út í luftina, sum gera, at ozonlagið kring Jørðina viknar, men hendan dálkingin er minkað tey seinastu árini samsvarandi altjóða sáttmálum um umhvørvisvernd, siga amerikonsku granskararnir við týsku tíðindastovuna DPA.