Stórt omanlop – stórir steinar á vegnum

Tað tók ein tíma at rudda vegin aftur

Klokkan fýra í nátt varð boðað frá, at tað var lopið oman á vegin beint norðan fyri Hundsarabotn. Tað vóru fólk, sum koyrdu framvið, sum boðaðu løgregluni frá. Kaldbaksvegurin er stongdur, tí ymsar ábøtur verða gjørdar, so øll ferðslan skal eftir Oyggjarvegnum, og hetta var akkurát um tað mundi, tá ið ferðslan frá Norrønu, sum var komin ein tíma framman undan, skuldi eftir vegnum.

Men tíbetur kom eingin bilur fyri omanlopið. Løgreglan, sigur, at tey, sum vóru komin fram við, ruddaðu nakað burtur, men annars fekk Landsverki boðini og haðani fór fólk at taka upp aftur. Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at har vóru nógvir smásteinar á vegnum, men so lógu eisini tveir rættiliga stórir steinar eisini á vegnum, sum mett mettu at viga eitt hálvt tons.

Hann sigur, at tað tók ein tíma at rudda vegin aftur. Vegurin var ongantíð stongdur, so bilar sluppu ígjøgnum.

Bjarni Petersen sigur, at tað er ikki óvanligt, at tað loypur har um vegir, men Landsverk sigur, at endamálið er, at veitin fram við vegnum skal taka grótið, men tað gjørdi hon so ikki hesa ferð. Men hann sigur eisini, at he veitin verið eftir nútíðarkrøvum, hevði hon verið nakað breiðari enn tær eru.