Stórt nýggjárshald í Vestmanna

Í nógvum bygdum og býum kring landið verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, tá ið farið verður inn í tað nýggju øldina. Ein av hesum bygdum er Vestmanna, har kommunan skipar fyri stórum nýggjarshaldi fyri øllum bygdarfólkinum

Spenningurin er stórur, nú vit skulu inn í tað nýggju øldina. Fólk kring alt landið brynja seg út til gamlaárskvøld, og í nógvum bygdum hava fyrireikingarnar til nýggjárið verið í gongd í drúgva tíð.


Lítið av peningi brúkt til fýrverk

Í Vestmanna verður skipað fyri stórum nýggjárshaldi, sum bygdarráðið vónar fer at savna ein stóran part av bygdini til í felag at hátíðarhalda túsundáraskifti.

Ætlanin er millum annað at gera eitt stórt felags bál niðri á kaiøkinum við molan, har vestmenningar fara at byggja ein pall, har fólk kunnu savna brennið og annað tilfar, ið kann fara upp í royk.

Bygdarráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, sigur, at ístaðin fyri at brúka so øgiliga nógvan pening upp á fýrverk, vil kommunan heldur brúka peningin á ein slíkan hátt, at bygdarfólkið merkir tað betur. Væntandi fer Vestmanna kommuna ikki at brúka stórt meiri enn einar 15.000 krónur upp á fýrverk, og tað er ikki tað stóra, tá ið man hevur í huga, hvussu nógv aðrar kommunur í landinum brúka til fýrverk.


Kyndlagonga, felagssangur og føroyskur dansur

Tiltakið hjá kommununi í Vestmanna byrjar klokkan tíggju gamlaárskvøld, tá ið børn fara at ganga kyndlagongu frá parkeringsøkinum undir skúlanum og oman á kaiina. Kommunan útvegar kyndlarnar, men tað eru bert børn, sum eru í fylgi við vaksnum, ið fáa ein kyndil. Á odda fyri skrúðgonguni gongur Vestmanna Hornorkestur.

Tá ið kyndlagongan kemur oman á kaiøkið, verður fest í stóra bálið, og síðani bjóðar bygdarráðsformaðurin vælkomin. Eftir hetta verður felagssangur, og eisini fer hornorkestrið at spæla nøkur løg.

Okkurt um ein tíma fyri midnátt heldur Petur Højgaard nýggjársrøðuna, og tá ið hann er liðugur við hana, verður tjóðsangurin sungin.

Tann seinasta tíman av hesum ártúsindinum fara vestmenningar at dansa føroyskan dans á kaiini, og á midnátt verður fýrverkið skotið.


Ein góður biti og dansur í høllini

Tá ið fýrverkið er skotið, verður farið niðan í Ítróttarhøllina, har bygdarráðið eisini hevur skipað fyri einum tiltaki. Har bjóðar kommunan smurt breyð og eisini okkurt drekkandi afturvið.

Bygdarráðið hevur fingið tveir av lokalu bólkunum í bygdini, Silent Eyes og Razamanaz, at spæla til dans, og roknað verður við, at dansurin fer at halda á alla náttina.

Sum í so nógvum øðrum bygdum í Føroyum er tað eisini í Vestmanna vanligt, at blikk verða sett upp kring alla bygdina gamlaárskvøld, og síðani verður fest í tí, og í ár verður heldur einki undantak. Gunn Joensen sigur, at hetta er ikki nakað, sum bygdarráðið skipar fyri, men at tað eru privatfólk, sum taka stig til hetta, ið setir sín heilt serliga dám á bygdina gamlaárskvøld.

Bygdarráðsformaðurin sigur, at tey vóna og vænta, at bygdarfólkið fer at taka væl undir við tiltakinum. At ikki so nógvur peningur fer til fýrverk, heldur Gunn Joensen ikki, at nakar ilskast inn á, tí tá ið peningur ístaðin verður brúktur til eitt slíkt tiltak, sum tað ið nýggjársnevndin hjá kommununi skipar fyri, fara fólk vónandi heldur at gleðast um tað.