Stórt mannfall í Víkingi

Tríggir av lyklaspælarunum á oddaliðnum vera ikki við í Fuglafirði, har væl trimmaða heimaliðið hevur møguleika at styrkja um sína støðu í toppinum

Fótbólturin hevur tað gott í Fugla­firði. Eftir sigrar á oyggja­feløgunum í Runavík og á Toftum, og eftir javn­leik ímóti B36 í Gundadali og heimasigur ímóti KÍ, telist ÍF mill­um tey fremstu.
Seinnapartin í morgin verður form­urin av álvara royndur, tá ið grannarnir hinumegin Varma­keldu­eið vitja í Fløtugerði. Eftir fulla úr­tøku í trimum teimum fyrstu um­førunum megnaði Víkingur væl skipaðan javnleik á útivølli ímóti HB.
Víkingarnir iðraðu seg um, at úrtøkan ikki var størri í høvuðs­stað­num. Einsamalla stigið varð dýrt vunnið, tí tríggir av teimum, sum tað verður roknað við skulu skora málini, vóru so mikið skaddir, at teir ikki hava vant í vikuni, og tað verður roknað at vera ógvuliga lítið sannlíkt, at teir vera førir fyri at spæla í Fuglafirði.
Talan er um veteranin Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartals­stovu, sum higartil hevur verið ógvuliga eyðsýndur, og so Lasse Qvist, sum kom til Víking at skjóta mál, men sum higartil ikki hevur skorað, og sum noyddist tíðliga av vøll­inum í Gundadali síðsta sunnu­dag.
Fritleif í Lambanum og Bárður Hansen hava ligið sjúkir, og tískil hava teir ikki vant í vikuni.
– Vit hava 20 spælarar í hópinum. Fritleif og Bárð vóna vit at fáa við okkum, og so fara ungir spælarar at fáa møguleikan. Vit hava álit á teimum, og nú sleppa teir at royna seg, sigur Víkinga venjarin Jógavn Martin Olsen.
Graslíkið er í vikuni tikið av vøllinum í Sarpugerði. Í Leirvík eru teir farnir undir at leggja nýtt gras­líki á. Í gjárkvøldið vandi Víkingur eina løtu á Skála. Teir vóna, at tað verður klárt at venja í Leirvík í næstu viku. Eingi áskoðarasetur eru í Leirvík. Tí ber ikki til at spæla dystir í bestu deildini har.
Fuglfirðingar eru væl fyri undan grannauppgerðini. Allir spælararnir eru tøkir, og tað er rættulig kapping um plássini.
Víkingur hevur fýra ferðir vitjað í Fuglafirði, og hvørja ferð eru øll stigini farin úr um Eiðið. ÍF vann fyrra heimadystin í 2005 ímóti GÍ 4-3. Síðani hevur úrtøkan verið null stig á heimavølli ímóti grann­unum!

Meistararnir ímóti steypavinnarunum
Meðan tað hevur gingið sum eftir ánni hjá meistarunum í B36, sum sunnudagin vunnu sannførandi 4-1 sigur á TB á útivølli, so hev­ur tað verið meiri striltið hjá steypa­vinnarunum í EB/Streymi. Tvær tær síðstu ferðirnar hava teir vunn­ið bæði í steypakappingini – í Fugla­firði – og ímóti FC Suðuroy á heima­vølli í landskappingini.
– Hugburðurin hevur verið góður, og tað hevur stóran týdning, at tað verður arbeitt fyri søkini, sigur Heðin Askham venjari hjá EB/Streymi. Arnbjørn Hansen er lang­tíðar­skaddur, og tað kemur sjálvandi illa við. Leif Niclasen og Pætur Dam Jacobsen vóru orsaka av liðbandsskaðum ikki við í 3-0 sigr­inum ímóti FC Suðuroy, og tað er iva­samt, um teir verða førir fyri at spæla í Gundadali
Hjá B36 er Heini í Skorini við aftur, eftir at hann var sjúkur síðsta sunnudag. B36 verjan hevur sum oftast havt somu manning. Merkis­vert var tað síðsta sunnudag, at Atli Danielsen var miðverji, og at Bárður Olsen var vongverji í høgru í staðin fyri Høgna Eysturoy, sum sat á beinkinum. Jákup á Borg varð innskiftur sunnudagin, tá ið hann skoraði, og tað er sannlíkt, at hann verður við frá fyrsta bríksli í morgin.

HB hevur møguleikan
Higartil hevur HB ikki tapt, og tað er kapping um plássini á besta lið­num. Um tað eydnast at vinna fult við Løkin í Runavík í morgin, so er møguleiki fyri, at teir svørtu og reyðu taka seg fram millum tey fremstu.
Hjá NSÍ var tað stórt vónbrot, at 2-0 leiðsla varð vend til 3-2 tap á Svangaskarði. Tá noyddust lykla­spæl­ararnir Jens Joensen og Klæmint A. Olsen av vøllinum. Teir eru báðir tøkir undan HB vitjanini.
Seinastu árini hevur NSÍ havt takið, tá ið HB hevur vitjað í Runa­vík. Síðsta ferðin, at HB vann stig við Løkin, var í 2009, tá ið teir vunnu seinna landskappingardystin 2-0 og longu í 21. umfari mest sum tryggj­aðu sær FM heitið.

Stórsigrar og javnleikir
TB er á niðurflytingarplássi, og KÍ er eitt stig frammanfyri TB. Seint seinna­partin í morgin hittast hesi bæði í Klaksvík, og felags fyri KÍ og TB er tað, at trý av mótstøðu­lið­unum higartil hava verið tey, sum í fjør stóðu seg rættuliga væl.
Tvøramenn eru ikki farnir úr Klaksvík við fullari úrtøku síðani 1987, tá ið teir vunnu FM. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur KÍ vunnið sannførandi heimasigrar á TB, sum annars ofta er farið úr Klaksvík við einum stigi. Avrikini í Runavík og við Margáir kundu boðað frá, at tað er møguleiki fyri stigið til TB í Klaksvík, meðan tvøramenn ikki vóru nøgdir við verjuspælið í 4-1 heimatapinum ímóti B36.
KÍ skal reisa seg eftir 2-0 tapið í Fuglafirði. Ta ferðina var Álvur F. Christiansen ikki við orsaka av skaða. Hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni. Heðin á Lakjuni noyddist skaddur av vøllinum í Fuglafirði. Tað er rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í morgin.

Átta ár síðani seinast
Tølini siga, at tað er ikki á hvørjum ári, at B68 fær úrtøku á Vágseiði. Seinnu árini hevur tað verið langt ímillum, at B68 í bestu deildini hevur spælt í Vági. Tað kemst av, at VB, VB/Sumba og síðani FC Suðuroy hava flutt millum bestu og næstbestu deildina, og av at eisini toftamenn í fyrsta ára tígginum í hesi øldini hava verið tvær ferðir í næstbestu deildini og vent.
Sunnudagin vann B68 við 3-2 heimasigri á NSÍ fyrstu stigini í ár. B68 liðið er framvegis skaðaplágað – serliga millum framrættaðu menn­inar – men sigurin á NSÍ ber sjálv­andi økt sjálvsálit við sær. Síðsta B68 stigið í Vági var í 2006, tá ið úrs­litið ímóti VB/Sumba var 1-1. Í 2004 vann B68 4-2 á útivølli ímóti VB. Annars hevur heimaliðið vunnið fult.
FC Suðuroy er einasta liðið í bestu deildini, sum framvegis eigur á at skora fyrsta málið. Sunnudagin var tað fleiri ferðir tætt við á útivølli ímóti favorittunum í EB/Streymi, sum eftir tætta uppgerð at enda tryggjaðu sær 3-0 sigur.