Stórt mannfall í Pakistan

Harðir bardagar við markið millum Pakistan og Afghanistan hava kostað fleiri hundrað mannalív Pakistanskar trygdarkeldur siga, at bardagarnir, sum hava verið teir seinastu tíggju dagarnar, hava kostað 460 uppreistrarmonnum og 22 stjórnarhermonnum lívið.

Pakistonsku myndugleikarnir halda, at umleið 3.000 uppreistrarmenn halda til í økinum við markið.

Pakistanski herurin er farin undir eitt veruligt átak ímóti uppreistrarmonnunum, og flogvápnið hevur bumbað støðir hjá uppreistrarmonnunum.

Tað ljóðar, at meiri enn 200.000 fólk eru flýdd undan bardøgunum.