Stórt mannfall hjá meistarunum

ÍF-Dráttur 1-3 (21-25, 26-24, 12-25, 11-25):

Flogbóltur, kvinnur: Dráttur vann 3-1 á ÍF, men heimadysturin móti TB næsta leygardag verður ein størri uppgáva. Drátturskvinnurnar eru við gott mót, sjálvt um fýra av meistarunum frá í fjør ikki eru við í ár

 

Flogbóltur


Føroyameistararnir úr Drátti vitjaðu leygardagin ÍF á Kambsdali, og gestirnir vunnu dystin 3-1. Fyrsta settið var javnt, men Dráttur hevði nøsina frammanfyri allatíðina og vann tað 25-21. Í øðrum setti var tað ÍF, sum kom væl frá byrjan og vann sær eina góða leiðslu. Dráttur menti seg so líðandi, men tær gjørdust júst ov stuttar, og ÍF vann 26-24. Tvey tey síðstu settini var munurin á liðunum størri, ávikavist 25-12 og 25-11.

Av tí liðnum, sum síðsta kappingarár vann FM í harðari kapping við Mjølnir, eru fýra leikarar farnir av. Helga Nordendal, Gerda Nattestad, Herborg á Mýrini og Torgunn Jónsdóttir eru ikki við í ár, og í staðin hevur Dráttur fingið fýra nýggjar og sera ungar leikarar. Tað ger so eisini, at vónirnar í ár eru eitt sindur dempaðar.

Elisabeth S. Rasmussen, sum er leikandi venjari, sigur, at árið í ár fyri ein part skal brúkast til at byggja eitt nýtt lið upp. Hetta er nakað, sum øll feløg mugu ígjøgnum av og á, og nú eigur Dráttur so tørn. Venjingin byrjaði síðst í august mánaði, og tað hevur gingið væl. Og tað at tær mistu eitt sett móti ÍF, taka tær ikki so tungt, tí sum Elisabeth S. Rasmussen sigur, so hevur ÍF sama lið í ár sum í fjør og er tí eitt sindur betri enn síðsta ár, og harafturat var hetta settið sera javnt.

Og tað, at Dráttur í løtuni er í ferð við eitt lítið ættarliðsskifti, merkir ikki, at tær hava mist allar vónir. Elisabeth S. Rasmussen sigur, at TB sjálvandi er sera sterkt í ár, men at tað er ov tíðliga at gera tær til føroyameistarar, sjálvt um tær mugu metast sum størstu favorittar í løtuni.

Næsti dystur í kappingini er júst millum Drátt og TB á Giljanesi nú leygardagin.