Á Norðbergseiði í Hvalba hevur eitt stórt lop verið ein av seinastu døgunum. Tað varnaðust hvalbingar, sum vóru farnir ein túr vestur á eiði nú ein dagin.
Myndir á staðnum vísa, at ein nýggj møl er komin undir berginum og onkrir sera stórir klettar eru lopnir og klovnaðir niðri í mølini.
Tað er ein rættiliga stór nøgd av gróti, sum er rapað, og staðkend fólk siga, at tað er lopið líka í vøllin.
Hesa myndina hevur Claus Olsen tikið. Aðrar myndir av lopinum eru at síggja á Facebookvanganum hjá Claus Olsen og á Suðurrás.









