Tey seinastu árini hava teir lærdu háskúlarnir í Danmark tikið ímóti nógvum norðmonnum og svium, sum vilja sleppa at læra til lækna, og tað hevur havt við sær, at í dag eru 20 prosent av teimum læknalesandi í Danmark norðmenn og sviar.
Ein orsøk er, at tað er tørvur á læknum í Danmark, og tí hava myndugleikarnir vónað, at fleiri av teimum norsku og svensku læknalesandi velja at verða verandi í Danmark eftir lokna útbúgving.
Danska heilsustýrið hevur mett, at 80 prosent av teimum norsku og svensku læknunum velja at arbeiða í Danmark, men nú vísa tøl hjá svenska heilsustýrinum, at myndin er beint tann øvugta. 80 prosent av teimum svensku læknalesandi í Danmark ætla sær til Svøríkis, tá teir eru lidnir við útbúgvingina.
Ugebrev A4, ið er eitt blað, sum fakligi landsfelagsskapurin í Danmark gevur út, skrivaði í gjár, at eru tey svensku tølini røtt, verður tørvur á 1.462 læknum í Danmark um tjúgu ár. Tað hevur vakt ans ímillum politikararnar. Birthe Skaarup, sum er formaður í heilsunevndini hjá Fólkatinginum, sigur, at talan er um eina vanlukku. Tað sama sigur Bent Hansen, sum er formaður í heilsunevndini hjá teimum donsku amtunum.
-Tað er vandi fyri, at læknatrotið verður ein varandi trupulleiki, sigur hann við Ugebrevet A4.