Í døgunum 17.-20. august verður Kiwanisting í Føroyum. Tingið verður alment sett fríggjakvøldið klokkan 20 við gudstænastu í Vesturkirkjuni.
Á tinginum skulu allir teir einstaku felagsskapirnir avhenda yvirlit yvir virksemi hjá sær, og frágreiðingarnar verða viðgjørdar á tinginum.
Leygardagin verða øll tingstørv avgreidd, og um kvøldið verður gallaveitsla í ítróttarhøllini á Hálsi, og sunnudagin verður tingarbeiðið gjørt liðugt.
Kiwanis felagsskapirnir í Føroyum eru í sama umdømi sum Ísland, og tí koma fleiri íslendingar til Kiwanistingið, sum verður í Føroyum. Væntandi leggja eini 500 íslendingar leiðina hendavegin til tingið. Harumframt koma fulltrúar úr alheimssambandinum Kiwanis, Evropasambandinum og úr Kiwanis Norden. Kiwanis International varð sett á stovn í 1915 og hevur í dag høvuðssæti í Indianapolis í USA. Kiwanis er í dag umboðað í 76 londum kring heimin og hevur umleið 600.000 limir.
Í Føroyum er ein felagsskapur fyri kvinnur og ein fyri menn, ávikavist Kiwanis Rósan og Kiwanis Tórshavn. Tað eru í ár liðin tjúgu ár, síðani Kiwanis varð sett á stovn í Føroyum, og tí er hetta eitt gott høvi at bjóða íslendingum hendavegin. Í Íslandi hevur Kiwanis verið síðan 1964, og har hava felagsskapirnir ógvuliga nógvar limir.
Høvuðsendamálið hjá felagsskapunum í Føroyum er at hjálpa børnum og ungum, ið eru illa fyri og hava tørv á hjálp. Nevnast kann, at Kiwanis hevur stuðlað útgávum av bókum í blindskrift. Stuðlað verður mest í nærumhvørvinum.
Kiwanis hevur tvey høvuðstiltøk hvørt ár, har tey savna pening til hjálparvirksemið. Á jólum selja tey jólatrøð, og á Ólavsøku verður ein bátur burturlutaður. Harumframt er eisini onkur marknaðardagur á skránni.










