Stórt kampingtreff á Svangaskarði

Vikuskiftið 11. - 13 september verður skipað fyri stórum kampingtreffi á grasvøllinum á Svangaskarði.

Kamping

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Ætlanin er at hetta skal vera Føroya størsta kampingtreff, og verður hetta helst eisini seinasta treff í ár. Á grasvøllinum er sera gott pláss, so helst verður pláss fyri øllum kampingvognum og bilum í Føroyum.


Á Svangaskarði eru hentleikarnir av teimum allarbestu, siga fyrireikararnir. El verður lagt á økið, vatn er eisini lagt til, umframt at umstøður eru til at tøma rottangan. Skipað verður fyri felags hugnakvøldið í B68 húsinum antin fríggjakvøldið ella leygarkvøldið.


Frá klokkan 19 hóskvøldið ber til at koma á økið við vogninum og bilinum. Seinasta freist at koyra av aftur økinum er mánadagin.


Kostnaðurin fyri limir í Camping.fo er 130 krónur náttina fyri hvønn kampingvogn/bil. Tá er alt íroknað. Øll eru vælkomin, og kostnaðurin fyri tey, sum ikki eru limir í Camping.fo er 200 krónur náttina fyri hvønn kampingvogn/bil. Fólk í tjaldi gjalda hálvan prís.