Stórt kampingtreff er á Eiði

Hetta vikuskiftið er stórt kampingtreff á gamla fótbóltsvøllinum niðri á Mølini á Eiði.

Hetta vikuskiftið, 24.-26. juni, er stórt kampingtreff á gamla fótbóltsvøllinum niðri á Mølini á Eiði. Tað er Eiði Camping við hjúnunum, Herthu og Martini Kúrberg, sum eru vertir fyri tiltakinum.

 

Umframt samveru og hugna og alt, sum hoyrir einum slíkum kampingtreffi til, er eisini ein avmarkað framsýning við ymiskar kampingútgerð og øðrum, sum hoyrir frítíðini til.

 

Fyritøkurnar, sum sýna fram útgerð, eru eitt nú LB Service, sum hevur alt til kamping og Føroya Gasssøla, sum hevur eitt nú gass, grillir og annað til kamping.