Stórt jólatiltak í Vági

Stórt jólatiltak verður í Billardhúsinum í Vági sunnudagin, har alskyns lutir og góðgæti eru til sølu, umframt at livandi tónleikur og ymisk spøl, so sum lutaseðlasøla o.a Sunnudagin 2. desember verður stórur jólamarknaður við árasølu, lutaseðlasølu og meksikanskari uppboðssølu í Billardhúsinum í Vági.

Nógvir góður vinningar eru at vinna t.d. flogferðir, lamb, gás, kalvi, fartelefon, olja, gávurkort og mangt annað.

Á jólamarknaðinum verður eisini sølubúð við jólaprýði, góðgæti, køkum og øðrum heimagjørdum. Hjalmar Magnussen stendur á odda, tá livandi tónleikur eisini verður á skránni, og vitjandi kunnu keypa sær eplaskivur og gløgg ella kaffi og rís alamande.

Jólamarknaðurin, sum 7.a og 7.b í Vágs Skúla skipa fyri, letur upp kl. 17.00 sunnudagin í Billardhúsinum í Vági.