Serfrøðingar hjá amerikansku rúmdarumsitingini NASA siga seg nú vera komnar eftir, hvat tað var, sum gjørdi, at rúmdarferjan Columbia sprongdist, tá hon var á veg aftur á Jørðina.
Á einari royndarstovu sendu serfrøðingarnir eitt petti av bjálvingarskúmi ímóti øðrum vonginum á ferjuni. Pettið, sum vigaði minni enn eitt kilo, varð sent ímóti vonginum við 850 kilometra ferð um tíman, og tað vísti seg, at eitt umleið 40 sentimetrar stórt hol kom á vongin. Hetta var nógv størro skaði, enn serfrøðingarnir høvdu roknað við.
Scott Hubbard, sum hevur sitið í nevndini, sum hevur kannað vanlukkuna, sigur, at nú er endaliga staðfest, hví rúmdarferjan sprongdist.
Øll tey sjey rúmdarfólkini, sum vóru við Columbiu, doyðu, tá ferjan sprongdist.