Eldborg
Varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, kallaði í síni røðu verkætlanina hjá Supply Service í Leivík eitt frambrot fyri føroyska vinnu og føroyskan samleika.
- Hetta er ein føroysk loysn, fíggjað í Føroyum og lidnað skipið fer burturav at sigla við vælútbúnari og vælroyndari føroyskari manning. Eldborg, sum Eydna Justinussen júst hevur navngivið, brýtir upp úr nýggjum, setir nýggjan sandard og møtir nýggjum krøvum.
Bogi Andreassen vísti á, at Eldborg er fyrsta av trimum supply-skipum hjá Supply Service í Leirvík.
Hann segði, at oljuvinnan er merkt av enskt-talandi upprunanum, sum hann tók til.
- Men úr Føroyum kunnu vit eisini gera mun og geva eitt íkast. Eitt tílíkt íkast er henda verkætlan hjá Supply Service.
Varaborgarstjórin vísti á, at tað var í sambandi við, at oljuvinnan fór at umhugsa boringar undir Føroyum, at felagið í Leirvík varð stovnað í ár 2000.
- Hetta var eitt stórt frambrot fyri føroyska frálandavinnu, og í dag sæst mest ítøkiliga úrslitið fyri okkara egnu eygum – á egnum og á føroyskum kjøli.
Bogi Andreassen segði, at Supply Service hevur, sum hann tók til, kínt fyri hvørjum smáluti og tikið hædd fyri ikki bara núverandi, men eisini komandi krøvum.
- Øll umhvørviskrøv hava verið við í myndini, eins og øll nútímans tøkni er sett í skipið. Í tøkniligari útgerð hevur Eldborg lagt upp fyri fremstu krøvum krøvum, sum eru í hesari vinnu.
Varaborgarstjórin vísti á, at Justinussen-ættin, ið stendur aftanfyri hesa verkætlan, hevur av sonnum tikið av avbjóðingum, samstundis sum teir í hesum føri hava megnað at taka upp samstarv við vinnuprofilarnar, Per Sævik og Tage Bundgaard.
- Føroyskir serfrøðingar innan bygging og eftirlit hava verið uppií og hava allan vegin ígjøgnum víst satt dugnasemi, sum sømir seg eini havgangandi tjóð sum okkara.
Bogi segði, at umborð á Eldborg fara einir 25 føroyingar at finna sítt nýggja starvsstað, og sáttmáli er undirskrivaður við tvey norsk oljufeløg.
- Tað eru 3 ár liðin, síðan verkætlanin við hesum supply-skipi byrjaði, og onnur tvey skip eru á veg, legði hann aftrat.
Varaborgarstjórin segði, at Justinussen-menninir í Leirvík hava víst í verki, at vit megna, bara vit vilja, sum hann tók til.
- Í vinnuliga meldrinum gloyma tit heldur ikki mentanina og heimstaðin. Hetta hava vit í aðrar mátar sæð í Leirvík.
Hann segði, at soleiðis fáa verkamenn, ið vilja, nakað til høldar, sum ikki bara er egið, men sum eisini er ein leiðarastjørna, ið vísir veg fyri landi og fólki.
Seinast í síni røðu ynskti varaborgarstjórin vegna Tórshavnar kommunu eigarum blíðan byr, samstundis sum han ynskti supply-skipinum Eldborg vælkomnum í føroyska flotan.