Stórt FM-finalutiltak leygardagin

Fríggjadagin verður skipað fyri stórum FM-finalutiltaki í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har ítróttargreinarnar badminton, borðtennis og judo ganga hond í hond um at skapa teir bestu karmarnar um at avgreiða teirra FM-finalur

Badminton
Innleiðandi umførini í FM-kapp­ingini í badminton verða spæld eftir at blaðið er farið til prentingar, og tískil stendur framvegis ógreitt, hvør mannar finalurnar í ár. Hjá kvinn­unum í fjør var tá einans 15 ára gamla Rannvá D. Carlsson um at koppa oyggjaleika-gullvinaranum, Sigruni Smith, í finaluni, men hon mátti at enda lúta tepurt í triðja og av­gerandi setti.
Sigrun Smith verður ikki við í kapp­ingini í ár, og er tað tískil greitt, at hon ikki endurtekur FM-heitið. Hinvegin hevur fleirfaldi før­oya­meistarin, Guri Poulsen, vant regluliga í ár, og liggur hon væl fyri í mun til eina FM-finalu, somuleiðis sum ein skaðaplágað Rannvá D. Carlsson eisini ger tað.
Hjá monnunum er Aksel Poulsen føroyameistari og harvið sjálvsagt ein av favorittunum í ár. Eisini tap­andi finalisturin í fjør, Benjamin Gunnarstein, kemur úr Danmark, har hann býr, til Føroya. Tað sama ger Niklas Eysturoy, sum er við at grava góða formin fram aftur eftir regluliga venjing í Århus, har hann er lesandi.

Borðtennis
Í finaluni hjá monnum í ár verður 15-faldaði føroyameistarin, Peter H. Niclasen, aftur at síggja. Hóast hann ikki venur eins nógv, sum hann gjørdi í sínum gyltu árum, er hann framvegis lúrin og væl við í kappingini við teir yngru leik­arar­nar. Í hálvfinaluni basti hann lands­liðsleikaranum, Halli Thorsteinsson, sannførandi 4-0.
Í hinari hálvfinaluni hittust hinir báðir landsliðsleikararnir, nevniliga Fróði F. Jensen og Pætur Albinus. Eftir ein drúgvan og sera tættan dyst er tað Fróði F. Jensen, sum umvegis ein 4-3-sigur í hálv­finaluni á fyrsta sinni limar seg inn í FM-finaluna í meistaradeildini. Fróði F. Jensen vann samlaðu GP-kappingina í ár frammanfyri júst Peteri H. Niclasen, so sigast má, at tað verða teir stinnastu í ár, sum mynda FM-finaluna.
Føroyameistarin seinastu fýra árini, Ragnar Egilsson, er búsitandi í Danmark og luttók ikki í FM-kapp­ingini í ár.
Hjá kvinnunum verður talan ei­heldur um eina verju av FM-heit­inum. Verandi føroyameistarin, Henrietta Nielsen, er somuleiðis búsit­andi í Danmark og legði ei­heldur leiðina heim til kappingina.
Finalan hjá kvinnum verður í ár mannað av tveimum yngru leikar­unum, nevniliga 14 ára gomlu Onnu Mikkjalsdóttir og 15 ára gomlu Lív Øster. Anna er lítlasystir Rakul Mikkjalsdóttir, ið hevur myndað kvinnu­borðtennis í fleiri ár, men fyri­bils hevur lagt battið til síðis.
Anna Mikkjalsdóttir og Lív Øster eru báðar partur av føroyska ung­dómslandsliðnum og í væntu er ein tøtt og spennandi finala.

Judo
Í judo-kappingini eru flestu eyguni vend ímóti opna vektbólkinum, sum hevur tríggjar av teimum seks finalunum á finaludegnum leygar­dagin. Í finaluni hittir Petur Sigurð Johannesen úr Sunda Judo­felag Áka Davidsen úr Havnar Judofelag.
Í fyrri bronsufinaluni møtast Sigurd Bjørn Mørkøre og Edvard Johannesen, báðir úr Sunda Judo­felag, meðan seinna bronsu-finalan er mannað av Nicolaj Skoubo, Havnar Judofelag, og Sigmundi Johansen, ið umboðar nýstovnaða Skála­fjarðar Judofelag.
Seinastu finalurnar eru í bland­aðari lættvektskapping fyri menn og á fyrsta sinni sleppa eisini ungir judoleikarar framat finaludegnum – nevniliga finalan í opna bólkinum hjá dreingjum. Tað er framvegis ikki greitt, hvørjir finaluluttakararnir verða í hesum kappingunum.
albinus@sosialurin.fo