Stórt ferðavinnutiltak á torginum í SMS

Fríggjadagin og leygardagin 3. og 4. apríl skipar Atlantic Airways fyri stórum ferðavinnutiltaki á torginum í SMS. Umboð fyri ferðamálini hjá Atlantic Airways og føroyskar ferðskrivstovur verða við Ferðavinnutiltakið ber heitið ?Út í heim? og letur upp kl. 11 fríggjadagin 3. apríl. Á básum fara umboð fyri ferðaskrivstovurnar Fonnflog, 62N, Vikutúr og Faroe Travel og ferðamálini Reykjavík, Hafnarfirði, Stavanger, London, Keypmannahavn, Billund og Aalborg at sýna fram.

 

Fríggjadagin verður møguligt hjá teimum vitjandi at vinna eina ferð á rutunetinum hjá Atlantic Airways hvønn tíma millum kl. 12.00 og 18.00. Leygardagin verður opið frá kl. 10.00 til 16.00, og tá verður møguligt at vinna eina vikuskiftisferð fyri tvey vaksin og tvey børn til nýggja Lalandia í Billund.

 

Nógv undirhald er skránni leygardagin. Fleyr úr Suð við Steinvør Fonn o.ø. , Uni Reinert Debess, Jógvan Hansen og Trølla-Pætur fara at syngja og undirhalda, og drigið verður um ferðina til Lalandia kl. 16.00 leygardagin.