Ætlar tú tær eisini út at ferðast í egnum landi í summar saman við vinfólki, familju, arbeiðsplássi ella kanska polterabend?
Í morgin verður stórt ferðatiltak á Torginum í SMS. Her fært tú møguleikan at hitta fleiri ymsir veitarar úr føroysku ferðavinnuni, sum allir eru klárir at vísa tær eitt ella fleiri boð uppá eina heilt serliga útferð í Føroyum.
Harumframt fara fyriskipararnir eisini at draga náttúruna inn í SMS, við millum annað at geva teimum vitjandi møguleikan at taka eina sjálfi á Slættaratindi. Eisini bjóða fyrireikararnir ein heilt serligan 3D pall til myndatøku á Torginum. Tiltakið byrjar klokkan 10 og heldur á fram heilt til klokkan 18.










