Stórt fóðurskip hevur opið “hús”

Nýggja fóðurskipið hjá Bakkafrost Farming P/F, sum hevur fingið navnið Selnes, kemur á Vág í kvøld.

Nýggja fóðurskipið hjá Bakkafrost Farming P/F, sum hevur fingið navnið Selnes, kemur á Vág í kvøld. Hetta er eitt fóðurskip, sum skal brúkast á aliøki A19 á Vágsfirði.

 

Í samband við, at fóðurskipið kemur í kvøld, bjóðar Bakkafrost øllum teimum, sum hava áhuga, at koma umborð at síggja fóðurskipið, og hetta høvi verður í morgin, leygardagin frá klokkan 14 til 17.

 

- Ein kaffimunnur og okkurt gott til børnini verður at fáa í morgin, veit Bakkafrost at siga í kvøld, eitt nú umvegis heimasíðuna www.sudurras.fo