Í Fótbóltspanelinum, sum er hvønn fríggjadag á FM1, verða Jákup Ósá og Teitur Joensen gestir í dag. Fótbóltspanelið verður í dag frá klokkan 15 til 17.
Í morgin verður fyrsti dysturin í Betri deildini hjá monnum. Tí er tíðin komin til at hava ársins fyrsta stóra Fótbóltspanel, har øll liðini verða gjøgnumgingin og tippað verður um endastøðuna.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda sms á 559999.