Ársins spælarar, stjørnuskot, málverjar, venjarar, dómari og toppskjúttar í farna fótbóltsári verða í kvøld heiðraðir í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Rás2 sendir frá tiltakinum millum klokkan 21 og midnátt.
Millum klokkan 21 og 22 tekur Heri Simonsen saman um farna kappingarár og føroysku fótbóltskappingina. Gestir verða Jákup Mørk, Hallur Danielsen og Bill M. Jacobsen. Lurtarar hava eisini møguleika at senda teimum spurningar á 559999.
Rógvi Nybo og Eirikur í Jákupsstovu fara at práta við gestir og vinnarar á fótbóltskvøldinum. Barbara Holm verður frásøgufólk á pallinum, og í útvarpsstovuni verður Heri Simonsen.