Blaðið er 40 síður til støddar, og í blaðnum eru samrøður við umboð fyri øll liðini í Betrideildini hjá monnum.
Harumframt verður mett um, hvussu liðini fara at standa seg, hvør er lyklaleikarin hjá einstøku liðunum, og hvør verður mettur at fáa sítt gjøgnumbrot í ár.
Fótbóltur 2021 liggur í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst til keyps kring alt landið.