Í dag, leygardagin kl. 14, verður tunnusláttur í høllini á Kambsdali, og aftaná letur stóra leikalandið upp, har stór og smá kunnu stuttleika sær til mánadagin
Ársins stórsta føstulávintstiltak verður í høllini á Kambsdali leygardagin 21. til mánadagin 23. februar. Á skránni er tunnusláttur, hoppiborgir, perlur, minitivoli og mangt annað til børn og vaksin.
Tiltakið er opið soleiðis: Leygardagin 21. februar frá 14-21, sunnudagin 22. februar 14-21 og mánadagin 23. februar 15-21.
Leygardagin kl. 14.00 verður tunnusláttur fyri børnum í aldursbólkunum 0-6 ár og 7-14 ár. Kattakongurin fær vinning. Eftir tunnuslátturin verður kakao og føstulávintsbollar til øll. Eisini bjóðar MBM børnunum pop top.
Sunnudagin kl. 17 undirhalda Angela og Hannibal.
Túra-pass, ið eru galdandi ein heilan dag kosta 150,- Annars fáast eisini atgongumerki til teir einstøku aktivitetirnar, og hesi kosta kr. 20,- fyri eitt ella 6 fyri 100,-.
Mánadagin 23. februar kl. 21 verður drigið millum øll keypt túra-pass, teir dagarnar tiltakið hevur verið. Vinningurin er flogferð fyri tveir persónar frá Atlantic Airways, til eitt av teirra ferðamálum. So kom í ítróttarhøllina á Kambsdali og hav tað stuttligt saman við okkum.