Á heysti er vanligt at taka upp eplir, og spennandi er altíð at vita, hvussu nógv er undir. Tað hendir meira enn so, at eplir gerast sera stór. Umframt gleðina er bilsni ofta stórt á heysti, tá epli verða tikin upp, og stór epli eru ímillum.
Stóra eplið á myndini er tikið upp í eini eplaveltu í Vági. Tað er meira enn 22 sentimetrar langt og vigar 1025 gramm.









