Stórt endurgjaldskrav

Nevndin, sum varð sett at gera upp leivdirnar av íslendska bankanum Glitnir, hevur gjørt av at reisa stórt endurgjaldskrav ímóti fyrrverandi stjóranum og nøkrum av teimum størstu viðskiftafeløgunum hjá bankanum.

Børsen skrivar, at nevndin fer at krevja umleið 250 milliónir danskar krónur frá fyrrverandi stjóranum Lárus Welding og vinnulívsmonnunum Joni Asgeiri Johannessyni (myndin) og Palma Haraldssyni.

Herumframt fær íløgufelagið Baugur eisini eitt endurgjaldskrav. Baugur fór av knóranum í fjør og skyldaði tá Glitni næstan tvær milliardir danskar krónur.