Stórt EM-vikuskifti

Tað verður ein ørgryna av EM-undandystum leiktir nú um vikuskiftið, og onkrir vórðu longu leiktir í gjárkvøldið, millum annað Holland móti Ungarn. Talan var um ein oddadyst í bóloki E, men hóast Ungarn var á heimavølli, so stóðu tei sær ikki kurl móti suverenu hollendingunum.

 

Rafael van der Vart setti hollendararnar í gongd eftir bara átta minuttum og Ibrahim Afellay økti til 2-0 undean steðginum. Dirk Kuyt og Robin van Persie skoraðu í seinna hálvleiki til endaligu støðuna 4-0.

 

Holland hevur fult stigatal eftir fimm dystir og sær út til at gerast tryggur luttakari til EM.

 

Serbia vann á Norðurírlandi eftir at hava verið aftan fyri í hálvleikinum 0-1. Tað merkir, at Serbia fer upp eftir stigatalvuni, men framvegis er langur vegur upp til Italia, sum varðveitti fyrstaplássið við einum sigri ða Slovenia. Motta skoraði einasta málið í dystinum.

 

Belgia vann en týðandi útisigur í bólki A móti Eysturríki. Dysturin endaði 2-0 og Axel Witsel skoraði bæði málini.

 

Eisini Frakland var í eldinum og teir vunnu ein lítlan 2-0 sigur á Luxemburg.

 

Í dag verður tó stóri dystardagurin har millum annað Noreg og Danmark hittast eins og Wales og Ongland.