Verður tað Týskland, Kekkia, Portugal ella kanska Svøríki?
16 lið fara frá í morgin at stríðast um heitið sum besta fótbóltslið í Europa, og lítið er at ivast í, at stórur partur av føroyingum fer at sita klíndur at skíggjanum næstu vikurnar.
Sosialurin hevur í hesum sambandi stórt eykablað sum part av vikuskiftisblaðnum, har umrøða av liðunum, dystarskrá og EM-hugleiðingar eru partur av innihaldinum.