Í blaðnum eru ummæli av fleiri nýggjum bilum og ymiskt tilfar um vetrarkoyring sum t.d. dekkskift, sporing og rustviðgerð. Eisini er ein frásøgn frá flogvøllinum í Vágum, ið løgreglan nýtir sum koyritekniska breyt hjá politistum. Koyriteknikkur er ein partur av útbúgvingini hjá politinum.
Ein myndafrásøgn er frá tá umboð fyri bólkin, sum er settur av landsstýrinum til at fyrireika eina koyrtekniska breyt í Føroyum, vóru og hugdu eftir koyritekniskum anleggum í Danmark.










