Norðmenn útfluttu í mai vørur fyri 52 milliardir norskar krónur, og tað gav eitt stórt avlop á handilsjavnanum.
Innflutningurin í mai var 29 milliardir krónur, og tað var næstan 18 prosent meiri enn í sama mánað í fjør. Men vøksturin í útflutninginum var uppaftur størri ella 22,5 prosent, sigur hagstovan í Oslo. Úrslitið var eitt avlop á handilsjavnanum upp á 23 milliardir krónur.
Vøskturin í innflutninginum í mai stavar millum annað frá, at norðmenn keypa fleiri bilar nú enn í fjør. Í mai keyptu norðmenn bilar fyri næstan 460 milliónir krónur meiri enn í sama mánað í fjør, men innflutningurin av jarni, stáli og telduútgerð vaks eisini, sigur hagstovan.










