Stórt at verða tilnevndur

(FM1): Hamferð kann fáa virðisløn í kvøld.

 

Í kvøld fer Norðurlandaráðið at lata heiðurslønir av ymiskum slag. Hetta hendir í Oslo. Fleiri føroyingar eru innstillaðir og ein er bólkurin Hamferð.

 

Fyri aðru ferð er bólkurin Hamferð tilnevndur mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins.

- Tað er ikki frítt, at vit eru spentir, sigur Jón Aldará, sangari í bólkinum.

 

Hann sigur, at tað er 13, sum eru tilnevnd tónleikavirðislønina, sum verður latin í kvøld, alt frá opera til saxofonleikarar.

 

Jón Aldará sjálvur er her í Føroyum, men trý umboð fyri bólkin eru farin til Oslo, har heiðurslønin verður latin. Hetta skal tó ikki tulkast sum eitt tekin um, at bólkurin fer at vinna.

- Vit vita líka lítið sum øll onnur, sigur Jón Aldará.

 

Hann tekur tað sum ein stóran heiður at vera tilnevndur hesa virðislønina.

- Tað hevur stórt virði fyri okkum at verða sæddir á líkafót við aðrar norðurlendskar artistar á hendan hátt, sigur sangarin í Hamferð.

 

Heiðurstiltakið byrjar klokkan 18.45 í kvøld og KVF stroymir tiltakið á heimasíðu síni.

 

Hini føroysku tilnevndu eru:

Rithøvundin Jóanes Nielsen er tilnevndur til bókmentaheiðurslønina fyri yrkingasavnið »Gudahøvd«. 

 

Bárður Oskarsson er í uppskoti til heiðurslønina fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina »Træið«. 

 

Rakel Helmsdal er saman við tveimum øðrum rithøvundum tilnevnd til heiðurslønina fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina »Skrímsli í vanda«. 

 

Green IQ er tilnevnt til umhvørvisheiðurslønina.

 

Teir fimm vinnararnir fáa eina standmynd og 350.000 krónur.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jón Aldará á FM1 í dag.