Stórt at síggja unga alvan stríðast

- Tað var ein sera stór kensla at síggja unga alvan syngja tjóðsangin og síðan fara inn at stríðast, sigur Dennis Holm.

Dennis Holm er borgarstjóri í Vágs kommunu, og In.fo hevur sett honum nakrar spurningar um jól, jólagávur, árið, sum fer og um nýggja árið, sum stundar til.

 

Keypir tú jólagávur?

 

- Ja, eg keypi jólagávur til konuna og børnini og sjálvandi eisini til tey nærmastu. Men, eg sleppi ikki undan at staðfesta, at tað serliga er Heidi, sum tekur sær av at keypa jólagávurnar.

 

Hvar verður tú um jólini, og hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?

 

- Jólini halda vit altíð saman við familjuni, antin saman við familjuni hjá konuni á Tvøroyri ella saman við familjuni hjá mær í Vági. Í ár halda vit jólini í Vági saman við foreldrum mínum og nøkrum av systkum mínum. Sum vant eta vit dunnu jólaaftan, men jóladagarnar annars er serliga føroyskur matur á skránni, bæði fekst, ræst og turt kjøt.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

Jólini er ein tíð, sum eg hvørt ár gleði meg nógv til. Fyri meg eru jólini fyrst og fremst ein tíð, har vit njóta løturnar saman við okkara nærmastu, har vit sleppa gerandisresinum og brúka tíðina saman sum familja.

 

Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?

 

- 2018 hevur verið eitt sera spennandi og hendingaríkt ár. Eg fari fyrst og fremst at minnast 2018 sum árið, har elsti sonur okkara varð fermdur. Men, eg komi eisini at minnast 2018 fyri nógvar ríkar løtur saman við familjuni, alt frá summarferiu uttanlands til túrar burtur í haga við børnunum her heima. Hetta eru løturnar, sum hava allarmest at týða fyri meg.

 

Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?

 

Størsta uppliving hjá mær í 2018 var, tá Alexander spældi sínar fyrstu landsdystir við U15 landsliðnum í Liktinstein. Tað var ein sera stór kensla at síggja hendan unga alvan syngja tjóðsangin fyri landsdystin og so inn at stríðast saman við liðfeløgunum fyri sítt land.

 

Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?

 

Seint í summar løgdu tveir av mammubeiggjum mínum við stuttum millumbili árarnar inn. Tað er altíð hart at missa sínu næstu, men eg gleðist tó um ríku minnini eftir tveir fantastiskar persónar, sum hava verið millum fyrimyndirnar á lívsleið míni.

 

Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?

 

Tá tú ert politikkari, so er trupult ikki at arbeiða við at náa ávísum málum. Eg havi eina vón um, at 2019 verður eitt ár, har nøkur av teimum málunum, sum vit hava arbeitt við her í nærumhvørvinum, bæði á vinnuligu síðuni, á skúlasíðuni og hvat upplivingar- og ferðavinnuni viðvíkur, fara at føra við sær enn størri framburð fólkinum her at frama, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm.