ANDSTØÐUTINGMAÐURIN Jenis av Rana saman við samgongulimum ?vunnu? slagið um formansstarvið í Uttanlandsnevndini. Men hetta kann gerast ein stuttvunnin sigur tá avtornar!
EFTIR okkara tykki gjørdi Miðflokkurin bæði andstøðu og samgongu eina bjarnatænastu við at seta fót fyri formanninum í nevndini. Grundgevingin fyri at taka hetta óvanliga stigið er ikki nøktandi. Her ruggar ikki rætt - okkurt annað man liggja aftanfyri, tí grundvevingin hjá Jenis av Rana at koyra Jóannes Eidesgaard frá sum formann heldur ikki. sjálvandi eigur tað at vera rætturin og eisini ábyrgdin hjá einum andstøðuflokki at koma við útspælum í stórmálum sum sjálvstýrisspurninginum - eisini um hesi útspæl ganga ímóti teimum, sum stýra.
ANDSTØÐAN hevur ómetaliga stóran týdnng í eini parlamentariskari skipan. Og gerðin hjá Jenis av Rani meta vit vera einki minni enn at svíkja sína ábyrgd sum andstøðuflokkur. Hvat ætlar hann at fáa burtur úr við at útrópa størsta andstøðuflokkin til sín høvuðsfígginda? Her liggur okkurt aftanfyri. Er tað ein landsstýrissess í eini broyttari samgongu einaferð í næstu framtíð, sum Miðflokkurin dyrgir eftir? Tað er so hansara søk, men mátin hetta verður gjørt uppá - at tað skal ganga út yvir andtsøðuna sum so - er sera ódámligur og livir ikki upp til andan í demokratiinum.
MEN tað, sum er størri spell, er mátin, sum samgongan hevur tacklað spurningin uppá. Um vit nú síggja burtur frá, at tjóðveldisflokkurin hevði sín fulla rætt til at fáa henda sess, so var júst hend sannroyndin, at andstøðan hevði fingið formansessin í hesi týðandi nevnd, at meta sum kærkomið høvið at byggja brúgv millum samgongu og andstøðu í tí sera álvarsligu og týdningarmiklu prosess, sum í løtuni eru í gerð í sambandi við ríkisrættarligu viðurskiftini.
ODDAMENNINIR í bæði tjóðveldis- og fólkaflokki hildu tað vera eina góða loysn og eina trygd fyri víðari demokratisku gongdina í sambandi við sjálvstýrismálini, tá formaðurin í tí størsta andstøðuflokkinum gjørdist formaður í Uttanlandsnevndini. Á henda hátt kundi samgongan fáa eitt náttúrligt og sunt mótspæl á einum hægri og týðandi støði. Samgongan tók á henda hátt andstøðuna inn um gáttina og líkasum tók hava við í viðgerðina. Teir áttu ikki at givið einum so lítlum og ótýðandi flokki sum Miðflokkinum møguleikan at forkomið hesi gongd. Teir áttu at verið so mikið stórir, at teir framvegis sóu hetta sum nakað skilagott - eisini um formaðurin í Uttanlandsnevndini vegna sín flokk legði uppskot fram , sum ikki heilt var í tráð við teirra fullveldisætlanir. Í veruleikanum hevur hesin eini sokallaði andstøðutingmaðurin forkomið einum annars spennandi og nýgerandi samstarvsmøguleika millum eina samgongu og eina andstøðu. Jenis av Rana og Miðflokkurin eru og eiga at vera at meta sum peanuts í tí politiska spælinum. Gamaní hava hesi sítt berættigilsi í og við at teir eru valdir. Men tað tænir ikki demokratisku prosessini at geva hesum eina tingmanninum so stórt vald.(Hetta minnir ikki einki um tað vald, sum somu flokkar góvu tí lítla sjálvstýrisflokkinum, tá samgonga varð skipað, og hesin hevði sum eittans endamál at halda javnaðarflokkinn uttanfyri). Tjóðveldisflokkurin átti heldur at fylgt góðu intentiónunum hjá Høgna Hoydal og víst herferð frá Jenis av Rana móti javnaðarflokki frá sær. Hann átti at hugt longur fram heldur enn at tikið ímóti hesum løtuvinninginum. Men møguliga hevur júst hesin sessurin so stóran týdning fyri Hergeir Nielsen, at flokkurin lat vissiónina hjá Høgna Hoydal fara.
TAÐ er okkara sannføring, at tað hevði tænt bæði samgongu og andstøðu og tí demokratisku prosessini, um størsti andstøðuflokkurin varðveitti formannsessin í Uttanlandsnevndini. Við broytingini hevur tjóðveldisflokkurin verið við til at leggja sjógv millum seg og eina andstøðu, sum hann annars fer at fáa so nógv brúk fyri tann eina dagin, tá Føroya fólk skal til at atkvøða um framtíð Føroya. Vit eru bilsin av, hví ikki maður sum Høgni Hoydal, sum annars hevur víst seg at kunna geva føroyskum politikki nakað nýtt og gott við nettup at leggja so stóran dent á fortreytirnar fyri tí demokratisku prosessini, ikki gjørdi sína ávirkan galdandi og syrgdi fyri, at Jenis av Rana ikki slapp at seta kílar í framtíðar samstarvið og samskiftið millum samgongu og andstøðu. Hesi málini eru alt ov álvarslig til, at ein so lítil flokkur sum Miðflokkurin sleppur at seta dagskránna. Vónandi ber til at bøta um hetta stóra mistak.