Kvinnudagin skipar Kvinnufelaga Samskipan Føroya fyri evnisdegi í Norðurlandahúsinum við pallborðskjaki, framsýning, buffét og sjónleiki Lagt verður upp til ein spennandi og fjølbroyttan altjóða kvinnudag í Norðurlandahúsinum, har skipað verður fyri framsýningum, pallborði, sjónleiki og sjálvtøkuborði.
Tiltakið byrjar í forhøllini kl. 15.00, har Amnesty International hevur framsýning um iranskar kvinnur. Heiðrún og Alvi spæla á violin og gittar og okkurt leskiligt verður at drekka.
Við myndum og teksti fer Kvinnufelagasamskipan Føroya at seta fokus á nakrar av okkara undangongukvinnum.
Frá kl. 15.30 til umleið kl. 17.30, verður orðaskifti um fosturtøku, har evnið verður lýst frá ymiskum sjónarhornum, bæði fakligum og hugsjónarligum, so sum tí juridiska, læknavísindaliga, kristiliga, samfelagsliga og persónliga.
Aftan á orðaskiftið verður ein biti at fáa av frágera góða sjálvtøkuborðinum.
Kostnaður fyri tiltakið um dagin er 150 kr. Atgongumerki fáast við dyrnar.
Elin Winther Poulsen, tíðindakvinna verður fundarstjóri.
Kl. 19.30 verður hildið fram við einum sjónleiki, sum Norrøna Felagið hevur tikið stig til at fáa higar. Atgongumerki til hann fáast til keyps á heimasíðu Norðurlandahúsins, www.nlh.fo ella í húsinum. Kostnaður 125 kr.
Tað er norska sjónleikarinnan Juni Dahr, sum fer at framføra sín egna monolog ?Ibsen Kvinner - set en ørn i et bur?. Í leikinum eru lýstar seks kvinnur hjá Henrik Ibsen: Hilde úr ?Byggmester Solness?, Hedda úr ?Hedda Gabler?, Fru Alving úr ?Gengangere?. Nora úr ?Et dukkehjem?, Elida úr ?Fruen fra Havet?, Hjørdis úr ?Hærmændene paa Helgeland.?