Størsti veðrurin vigaði 89 pund

Veðrarnir, sum hava gingið á træðum og høvdu ikki fingið seyðafóður, lógu flestu rundan um 50 pund, meðan teir, sum høvdu fingið seyðafóður, vóru nógv størri

Tað er ikki lítið, sum verður gjørt burtur úr í Sandoynni, tá veðrar verða flettir kring um í bygdunum.
Soleiðis var eisini í leygarkvøldið, tá menn flettu 16 veturgamlar veðrar í ein­um bilhúsi á Sandi.
Her vóru nógvir góðir, roynd­ir og raskir flettarar. Fýra borð vóru til fletting, og so­leiðis vórðu fýra veðrar flett­ir samstundis.
Menninir skipaðu seg líka sum lið, har fýra flettu í senn. Tá teir fýra fyrstu veðrarnir vóru flettir, fóru fýra aðrir mans­ undir teir næstu fýra.
Meðan menninir stóðu í bil­húsi­num og flettu, og fleiri áskoð­ar­ar hugdu at, stákaðist hús­móð­urin við mati, og tað var ikki lítið, sum gjørt varð burturúr.
Longu, tá menn høvdu verið eftir veðrunum fyrr um dagin, bjóðaði hon pannu­køkur.
Síðan varð farið at fletta, og tá teir fyrstu 12 veðr­ar­nir vóru flettir, bjóðaði hús­móðu­r­in inn aftur til stórt og væl­búgvið borð til einar 25 mans.
Nú varð etið eina góða og langa løtu og tá allir, sum tóku lut í flettingini, høvdu fingið mettuna og ríkiliga tað, varð farið út aftur í bilhúsið at fletta teir seinastu - og størstu - fýra veðrarnar, ið eftir vóru.
Spenningurin um vektina á hvørjum einstøkum veðri var stórur.
Veðrarnir, sum hava gingið á træðum og høvdu ikki fingið seyðafóður, lógu flestu rundan um 50 pund, meðan teir, sum høvdu fingið seyðafóður, vóru nógv størri.
Størsti veðrurin, sum flettur varð á Sandi leygarkvøldið, vigaði 89 pund.
Eftir at flettingin varð fingin frá hondini, krovini vóru komin upp at hanga, og bilhúsið var vaskað, bjóðaði húsmóðurin aftur inn á gólvið til køkur, ís og annað gott.
Fólk hugnaður sær hesar tímarnar, meðan flett varð og ikki minst við frálíka matinum, sum borðreitt varð við, og hetta var soleiðis eitt rættiligt veitslukvøld á Sandi.